serfrøði innan bjálving, tetting og orkusparing

Um tú vilt spara so nógvar pengar, orku og CO2 sum gjørligt, ræður um at gera tingini í rættari raðfylgju. Alt í húsinum/bygninginum hongur saman soleiðis, at tú altíð fært besta úrslit, um støði verður tikið í Orkuvarðanum frá byrjan. Bæði tá tú skalt umvæla og byggja nýtt.

Vit mæla til at fylgja Orkuvarðanum og byrja við at minka um orkutørvin og enda við at dagføra orkuskipanina og evt. leggja um til hitapumpu – soleiðis fært tú mest fyri tínar pengar.

Okkara útgangsstøði í samband við bjáving og tetting er altíð, at tú fært eini sunn og haldfør hús uttan trupuleikar við fukti o.ø. – og at orkusparingin samstundis er so stór sum gjørligt.